Tilmelding Log på
  • Forsíða
  • Tíðindi
  • Yvirlit fyri lið
    • Trille Trolle
    • D6
    • D7/D8 
    • D9/D10 
    • Dreingir 12 
    • Dreingir 14
    • Dreingir 16
    • Dreingir 18
    • Burn
    • 1.deild
  • Felagið
    • Nevnd
    • Viðtøkur
    • Søgan um felagið
  • Músabróðir
  • Holdsport

Skjótt er klárt til kappingarárið 2025/2026

15. aug. 2025, kl. 12.30


Góðu foreldur og leikarir


Vónandi hava tit øll havt eina góða summarferiu. Nú fer kappingarárið 2025/2026 í gongd og eru vit øll spent at byrja aftur.


Tað eru nakrar broytingar framdar í hallunum í feriuni. KÍ høllin hevur fingið nýtt gólv og koma nýggir beinkir eisini og allur harpiks hondbóltur skal í KÍ høllina. Við hesi broyting, skulu nógvar roteringar í venjingarskemanum hjá feløgunum og nærkast vit at koma á mál.


Meir kunning um venjingartiðir og limagjald v.m kemur seinni.


Heimadystir hjá Burn og D14 og eldri vera spældir í KÍ høllini og væntandi tey yngru eisini. Tað skulu eisini nógv praktisk viðurskiftir koma uppá pláss í KÍ høllini og væntandi verður alt virksemi hjá felagnum flutt í KÍ høllini skjótt.


Vit hava fingið Panos sum høvuðsvenjara til felagið. Hann er úr Grikkalandi. Hann kemur at hava ábyrgd av øllum í felagnum og gleðir hann seg at koma í gongd.


Vit lýsa á okkara Facebook síðu, á heimasíðuni hjá Team Klaksvík og á Holdsport, tá hvør árgangur byrjar og við venjingartíðum.


Øll sum hava brúkara í Holdsport, eru flutt upp til sín árgang. Foreldur fylgja automatisk við. Um onkur er yvirsæddur, so boða tit Helenu Kallsberg frá, so rættar hon tað . Hon hevur ábyrgd av Holdsport.


Vit gleða okkum at síggja allar leikarar aftur og at fylla høllina við spentum hondbóltsdreingjum.

Vh Nevndin

De seneste nyheder Alle
Heimadystur Team Klaksvík og Neistin 14.sept kl.16.00
Sunnudagin spæla vit okkara fyrsta dyst hetta kappingarárið. Mótstøðuliðið er Neistin og byrjar dysturin kl.16.00 Heimavøllurin er nú í KÍ høllini. Inngongdin er millum hallirnar. 1.deild spælir aftaná Vit síggjast í høllini og ...
Tilmeldingardagur 3.sept 17-19
Í morgin 3.sept er tilmeldingardagur fra 17-19 í Bláustovu Møguleiki er at ganga inn frá balkongini frá Bøgøtu og gjøgnum norðara hurðini frá parkeringsøkinum við Jógvan Waagsteinsgøtu. Limir fra Trille Trolle upp til D16 fáa ei...
​Venjingarskema fyri 2025/2026
Venjingarskema fyri 2025/2026 Frá viku 36 venja vit eftir skemanum. Tó byrjar Músabróðir tann 10.sept, D6 11.sept og Trille Trolle 14.sept. Tilmeldingardagurin er Mikudagin 3.sept kl.17-19. Tá er møguleiki at passa leikarblusuna o...

Team Klaksvík 

 

FO700 Klaksvik

teamklaksvik@teamklaksvik.fo


Andre sider fra Holdsport