Hósdagin 28.aug er møguleiki hjá dreingjum at venja, har teir bara eru saman við nýggjum leikarum.
Hetta er fyri 1.flokk og eldri.
Vit hava 1 tíma hósdagin 28.aug frá 17.30-18.30 í Kí høllini.
Foreldur og avvarandi eru vælkomin við til venjingina.
Fólk í felagnum eru eisini til staðar, so møguleiki er at seta spurningar.
Um tit kenna onkran sum hevur hug at royna, so er at boða teimum frá tiltakinum ;)