Vælkomin til síðuna hjá Dreingir 9 og Dreingir 10
U9 eru spælarar, sum ikki hava fylt 10 ár fyri 1. januar í kappingarárinum, ella sum í fólkaskúlanum eru innskrivað at ganga í 3. flokki ella lægri flokki.
U10 eru spælarar, sum ikki hava fylt 11 ár fyri 1. januar í kappingarárinum, ella sum í fólkaskúlanum eru innskrivað at ganga í 4. flokki ella lægri flokki.
Um ein ivast um hondbóltur er nakað fyri seg er man vælkomin til royndarvenjing í 2 vikur, áðrenn ein tilmeldar seg.
Tilmeldingardagur er tann 3.sept 17.00-19.00. Aftaná tað fer øll tilmelding fram á heimasíðuni.
Tað ber til at lesa um yvirskipaðu kappingarreglurnar við at trýsta á leinkið niðanfyri.
Vit venja soleiðis:
Týsdag 13.30 - 14.30 KÍ Høllin
Mikudag 14.30 -15.30 Badmintonhøllin
Hósdag 13.30 - 14.30 KÍ høllin
Allir skulu hava egnan bólt við til venjing, stødd á bólti 00. Krav er at børnini eru í venjingarklæðum og góðum innandura skóm.
Allir leikarir eru klárir í venjingarklæðum tá venjingartímin byrjar.
Limagjald:
Syskinaavsláttur er 20 % av lægra gjaldinum. Fyri at fáa avsláttur, skulu tit senda ein teldupost til h.kallsberg@gmail.com og upplýsa navn og árgang hja barninum. So verður gjaldið redigera á Holdsport og tit fáa boð aftur nær er klárt at gjalda.
Um onkur heldur seg aftur av fíggjarligum áðum, so ber til at seta í samband við Lovisu Lassen tlf 263307 - la2089@hotmail.com og gera eina avtalu.
Við í limagjaldinum er ein leikarablusa