Músabróðir

Hvørji eru vit?

Vit eru eitt hondbóltslið sum eita Músabróðir og eru vit ein partur av Lykkeliga.

Lykkeliga er ein hondbólts  felagskapur fyri børn og ung, sum ikki megna at luttaka í ítrótti saman við teirra javnaldrum.


Vit spæla ymisk spøl, læra at spæla hondbólt, rørslu, ja, vit gera mangt og hvat. Vit tíma eisini væl at geva high five, práta og flenna.

Øll eru vælkomin at royna, men hava vit sett aldursmarkið til 5 ár.  Ivast tú um hetta er nakað fyri títt barn, so kunnu tit seta tykkum í samband við okkum.

Vit venja Mikudag 17.00-18.00 í KÍ høllini. 

Vit byrja 10.sept 2025

Vit eru 4 venjarir:

Helena Venzelsdóttir Kallsberg 

Jórun Sivertsen

Elin Linklett

Anna Jakobsen

Alt arbeiði hjá Músabróðir er ólønt. Tó skal útgerð til, so sum bóltar, vestar og o.a til. Vit eru eisini so heldig at vit kunnu lána útgerð fra Team Klaksvík og øðrum í høllini. Vit bjóða okkara limum eisini til sosial tiltøk í høllini, har familjan eisini sleppur við.

Vit hava okkara egnu leikaraklæðir og búnar, sum vit keypa fra Motussport.

Fyri at hava møguleikan til at hava góða útgerð og kunnu hugna okkum, hava vit teir bestu stuðlar í verðini. 

Músabróðir

Ábyrgdari og venjari:

Helena Venzelsdóttir Kallsberg

t-post: h.kallsberg@gmail.com

tlf: 277230

Felagsmynd av okkum