Tilmelding Log på
  • Forsíða
  • Tíðindi
  • Yvirlit fyri lið
    • Trille Trolle
    • D6
    • D7/D8 
    • D9/D10 
    • Dreingir 12 
    • Dreingir 14
    • Dreingir 16
    • Dreingir 18
    • Burn
    • Team Klaksvík
  • Felagið
    • Nevnd
    • Viðtøkur
    • Søgan um felagið
    • Sjálvboðin
  • Músabróðir
  • Holdsport

Gott nýggjár

1. jan. 2026, kl. 03.34


Takk fyri árið í ár

Vit siga eina stóra tøkk fyri árið í ár og fyri tann stóra áhugan at spæla hondbólt í felagnum. Tað hevur verið eitt gott ár við nógvum upplivingum, dystum og felagsskapi.


Ein hjartans tøkk fer til okkara sponsorar, fjepparar, leikarar, venjarar og øll hjálparfólk, sum hava lagt nógv fyri og stuðlað felagnum gjøgnum árið. Tað hevði ikki verið tað sama uttan tykkum.


Ein serlig tøkk fer eisini til foreldur, sum altíð eru til reiðar at hjálpa. Tit koyra børn til og frá kappingum, hjálpa til við heimadystum, samskifta, taka lut í stuðulstiltøkum og eru altíð til reiðar at hjálpa, tá vit hava brúk fyri tí. Uttan tykkum bar onki til – tit eru ein ómetaliga týdningarmikil partur av felagnum.


Nevndin takkar fyri eitt gott og gevandi samstarv, og ynskja vit øllum eitt gott nýggjár. Vit gleða okkum til eitt spennandi og gott 2026 saman við tykkum.

De seneste nyheder Alle
Vinnaraseðilin
Dagføring: Vinnarin er funnin Vit hava drigið kurvina Vinnaraseðilin gjørdist ein gulur seðil nr: B 25581Vinnarin kann skriva til okkum her ella ringja á tlf. 229202Vit takka fyri stuðulin
Gott nýggjár
Takk fyri árið í ár Vit siga eina stóra tøkk fyri árið í ár og fyri tann stóra áhugan at spæla hondbólt í felagnum. Tað hevur verið eitt gott ár við nógvum upplivingum, dystum og felagsskapi.Ein hjartans tøkk fer til okkara sponsora...
Leygardagin 20.des er seinasti dystur hjá Burn í 2025.
Leygardagin 20.des er seinasti dystur hjá Burn í 2025. Dysturin byrjar kl.17.00 í KÍ Høllini. Síggjast

Team Klaksvík 

 

FO700 Klaksvik

teamklaksvik@teamklaksvik.fo


Andre sider fra Holdsport