
HSF kemur til Klaksvíkar at hava venjaraskeið stig 1.1 í heyst!
Stig 1.1 er fyrsta stig á venjaraútbúgvingini, har endamálið er at geva luttakarum amboð til, hvussu man skipar eina góða barnavenjing og hvussu man tryggjar eitt gott hondbóltsumhvørvi har børnini trívast og mennast.
Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum sum allar vera í Klaksvík.Tíðarætlan
28. oktober 2026, kl. 17:00 – 21:00, staðseting kemur Evni: Hvussu skapa vit eitt gott umhvørvi
6. november 2026, kl. 17:00 – 21:00, staðseting kemur Evni: Hvussu skipa vit eina góða barnavenjing
17. november 2026, kl. 17:00 – 21:00, staðseting kemur Evni: Luttakarar hava ábyrgdina av venjing
Online Evni: Venjaraleikluturin og venjingarumhvørvið
Ongin próvtøka er á skeiðinum, men krav er um 100% uppmøting fyri at fáa prógv
Hevur tú áhuga í at luttaka, ella hevur tú spurningar, so set teg í samband við ein av okkum:
Mathias Lassen Samuelsen - 271500 - mathias@teamklaksvik.fo
Lovisa Lassen - 263307 - lovisa@teamklaksvik.fo
Sverri Jensen - 232013 - sverri@teamklaksvik.fo