Páll Müller fingið landsliðboð til U17 landsliðið
Vikuskiftið 6. – 8. juni verður stórsligin ungdómskapping í hondbólti fyri U17-menn í Føroyum. Talan er um nýggja kapping, rópt Nordic Open, í ár fyri aldursbólk 2008 og 2009, sum Hondbóltssamband Føroya skipar fyri.
Dystarskráin sær soleiðis út:
Fríggjadagin 6. juni í Bylgjuni í Runavík
Kl. 18.00 Sveis – Týskland
Kl. 20.00 Føroyar – Ísland
Leygardagin 7. juni Við Tjarnir
kl. 16.00 Sveis – Ísland
kl. 18.00 Føroyar – Týskland
Sunnudagin 8. juni Við Tjarnir
kl. 10.00 Týskland – Ísland
kl. 16.00 Føroyar – Sveis
Vit ynskja Páll hjartaliga til lukku við úttøkuni
Vit gleða okkum at heppa uppá Føroyar vikuskiftið 6. - 8.juni