Tilmelding Log på
  • Forsíða
  • Tíðindi
  • Yvirlit fyri lið
    • Trille Trolle
    • D6
    • D7/D8 
    • D9/D10 
    • Dreingir 12 
    • Dreingir 14
    • Dreingir 16
    • Dreingir 18
    • Burn
    • 1.deild
  • Felagið
    • Nevnd
    • Viðtøkur
    • Søgan um felagið
  • Músabróðir
  • Holdsport

Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsvenjara

4. jul. 2025, kl. 10.06

Talan er um venjara, sum ikki hevur verið í føroyskum hondbólti áður.

Tað verður 52 ára gamli Panagiotis Messinis úr Grikkalandi, sum skal venja besta liðið hjá Team Klaksvík í 2025/26. Tað boðar Team Klaksvík frá í dag. Talan er um venjara, sum síðandi 2023 hevur verið hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá Olympiakos úr Grikkalandi, sum vann meistaraheitið farna kappingarár.


Frá 2019 til 2022 var hann venjari hjá kvinnulandsliðnum hjá Grikkalandi. Sum spælari leikti hann 85 landsdystir fyri Grikkaland.

Umframt at venja besta liðið, so kemur hann eisini at hava ein stóran venjaraleiklut fyri alt felagið við tí endamáli, at allur ungdómurin kemur at fáa venjingar á høgum stigi.


Fyri nøkrum vikum síðani gjørdi Team Klaksvík sáttmála við málverjan Mladen Mjerimacka, ið verður málverji og málverju mennari í felagnum. Hann hevur júst verið málverjuvenjari hjá U21-landsliðnum, sum vann bronsu í HM-endaspælinum.


SKRIVAÐ: Jákup Ósá

De seneste nyheder Alle
Heimadystur Team Klaksvík og Neistin 14.sept kl.16.00
Sunnudagin spæla vit okkara fyrsta dyst hetta kappingarárið. Mótstøðuliðið er Neistin og byrjar dysturin kl.16.00 Heimavøllurin er nú í KÍ høllini. Inngongdin er millum hallirnar. 1.deild spælir aftaná Vit síggjast í høllini og ...
Tilmeldingardagur 3.sept 17-19
Í morgin 3.sept er tilmeldingardagur fra 17-19 í Bláustovu Møguleiki er at ganga inn frá balkongini frá Bøgøtu og gjøgnum norðara hurðini frá parkeringsøkinum við Jógvan Waagsteinsgøtu. Limir fra Trille Trolle upp til D16 fáa ei...
​Venjingarskema fyri 2025/2026
Venjingarskema fyri 2025/2026 Frá viku 36 venja vit eftir skemanum. Tó byrjar Músabróðir tann 10.sept, D6 11.sept og Trille Trolle 14.sept. Tilmeldingardagurin er Mikudagin 3.sept kl.17-19. Tá er møguleiki at passa leikarblusuna o...

Team Klaksvík 

 

FO700 Klaksvik

teamklaksvik@teamklaksvik.fo


Andre sider fra Holdsport